info
Ongi úrslit

VIDEO: "Kling, Glöckchen" nú í føroyskari týðing

(Video) Hoyr Napoleon Smith syngja jólasangin: "Ring klokka", ið Óli Jákup Jacobsen hevur týtt til føroyskt

Heri Simonsen
24. desember 2021 kl. 00:25

Ein tann mest spælda jóla-LP plátan í 1970-árunum varð jólaplátan hjá niðurlendska dreinginum, Heintje sum var ein ung sangstjørna í Týsklandi tá á døgum.

Millum sangirnar sum ofta hoyrdust um jóltíðir í útvarpslurtunum tá var "Kling, Glöckchen" hjá Heintje.

Óli Jákup Jacobsen hevur nú týtt "Kling, Glöckchen" til føroyskt. Á føroyskum eitur sangurin "Ring klokka".

HER hoyrist Napoleon Smith spæla ukelele og framføra sangin:

Myndin er ikki tøk

Føroysk týðing av týska jólasanginum "Kling, Glöckchen" eftir Karl Enslin (1819-1875). Tekstur niðanfyri.

Ring, klokka

Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.

1. Kalt og myrkt er úti,
frost á hvørjum rúti.
Tit mær mugu lova
inn, tí heit er stova.

Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.
Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.

2. Eg skal tykkum siga,
børn seg kunnu gleða.
Tey nú fáa gávur:
dukkur, spøl og tráður.

Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.
Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.

3. Ljósini nú skína,
jólini inn trína.
Lurta genta, drongur.
Hátt nú kimar songur.

Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.
Ring, klokka, ringelingeling.
Ring, klokka, ring.

Upprunasangur: "Kling, Glöckchen"
Yrkjari: Karl Enslin (1819-1875, Týskland)
Lag: Týskt fólkalag
Týtt til føroyskt: Óli Jákup Jacobsen
Sangur og ukulele: Napoleon Smith
Tilrættalegging og ljóðbland: Jón Absalonsen
Upptøka sangur: SJEY – Kristiligt Kringvarp
Ár: 2021

HER hoyrist uppruna sangurin á týskum við kendu útgávuni hjá Heintje: 

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

Í gjár kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Jákup B fegnast um at vera við landsliðnum aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Framgongd er tengd at hvussu USA tosar við Russland

3 tímar síðan
Hondbóltur

St. Gallen vann triðja dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Demokratar vinna senat­ssess í Missi­s­sippi fyri fyrstu ferð í 44 ár

3 tímar síðan
Fótbóltur

Marjus Nón flytur aftur til Skála

3 tímar síðan
Hondbóltur

Erling Erlendsson hevur gjørt sáttmála við HF Karlskrona

4 tímar síðan
Tíðindi

Russiskur diplomatur í USA doyði brádliga í Moskva

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: VÍF vann stórsigur á eykaliðnum hjá Kyndli

5 tímar síðan
Tíðindi

Nær fáa røktarheimini fastan lækna?

5 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og Marita vunnu - Maria tapti

5 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu seg víðari í steypakappingini

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Oyndarfjarðar­tunn­il­in - og for­bann­ils­ið av fjalla­vegum

6 tímar síðan