Songkvnnan Kristel Lisberg hevur í dag útgivið nýggjan sang, og sigast kann, at hon leitar aftur til countrytónleikin, sum hon gjørdi nógv við, tá ið hon var yngri. Seinnu árini hevur hon sungið meira popp og soul.
Nýggi sangurin kallast “It’s Killing Me” og er ein fangandi countrypoppsangur. Camilla Andersson, Marcus Persson og Óli Poulsen hava skrivað sangin, og Óli Poulsen hevur framleitt.
– Eg vaks upp við countrytónleiki, men eftir eina tíð burtur frá sjangruni havi eg leitað heima aftur, og eg havi lænt kovboyhattin frá pápa mínum, sigur Kristel Lisberg.
Her kanst tú síggja nýggja videolagið:
##med2##