David Geza Turi var 87 minuttir á vøllinum í kvøld, tá Grimsby á heimavølli tók móti Fleetwood Town í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two. Tá vanliga leiktíðin var farin var støðan javnleikur 0-0. Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Jaze Kabia stóra hetjan hjá Grimsby, tá hann skoraði sigursmálið aftaná hornaspark.
Grimsby er nú nummar sjey í deildini við 59 stigum. Endar Grimsby á sjeynda plássinum skulu teir spæla dystir um uppflyting til League One.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Fleetwood Town 1-0 (0-0). Fagnaðurin um sigursmálið var ovurhonds stórur:
##med2##











