VIDEO: Litava-Føroyar 2-0 (1-0)

(Video) Føroysku kvinnurnar taptu finaluna í Baltic Cup. Síggj hæddarpunktini her.

Mynd: fsf.fo

Mynd: fsf.fo

Føroyska kvinnulandsliðið tapti finaluna í Baltic Cup móti vertsttjóðini, Litava.

 

Litava vann 2-0. Fyrra málið var ein góður stútari sum kom í 16. minutti. Litava økti við brotssparki í 78. minutti. Bólturin kom í hondina á Saritu M. Mittfoss, og dómarin var ikki í iva. 

 

Føroyska liðið megnaði tíverri ikki at skapa so nógvar málmøguleikar í dystinum. 

 

Litava - Føroyar 2-0 (1-0)

Rimante Jonusaite 1-0 (16.)

Ugne Lazdauskaite 2-0 br. (78)

 

Føroyar vunnu hálvfinaluna á Estlandi aftaná brotssparkskapping.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá litaviska fótbóltssambandinum: 

 

https://www.youtube.com/watch?v=hvUyEqrXths

 

 

 

Mynd: fsf.fo

Mynd: fsf.fo

Hæddarpunkt: Litava-Føroyar 2-0 (1-0)

Hæddarpunkt: Litava-Føroyar 2-0 (1-0)