VIDEO: Loksins fekk Meinhard aftur mál fyri Bryne

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Bryne-Start 4-2 (2-0)

Meinhard E. Olsen hevur havt drúgvan málturk fyri Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, men ígjár bragdaði aftur.

 

Bryne vann sera týdningarmiklan 4-2 heimasigur á Start Kristiansand. Ein sigur sum merkir, at Bryne er við 21 stigum eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Meinhard E. Olsen økti til 3-0 tíðliga í seinna hálvleiki. 

 

Ári Mohr Jónsson spældi við frá byrjan, og Gullbrandur Øregaard spældi allan seinna hálvleik tá lið teirra, Sandnes tapti 0-1 fyri Jerv á útivølli. Sandnes er bert málmunin frammanfyri Stjørdals Blink, ið liggur triðaftast við 20 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Bryne og Start Kristiansand, ið Bryne vann 4-2 (2-0): https://www.brynefk.no/bryne-tv

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126114&amp;mediaId=b735e442137b42888dd9bd961d624a97&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>