Video: Málið sum sendi Gunnar og FH úr Champions League

(VIDEO) Síggj málið, sum bleiv munurin millum FH og Maribor úr Slovenia í kvøld

Dreymurin hjá Gunnar Nielsen og liðfeløgunum í FH at røkka Champions League bólkaspælinum er brostin aftaná eitt 0-1 tap á heimavølli, og eitt samlað 0-2 tap ímóti Maribor úr Slovenia.

 

Í kvøld vardi Gunnar Nielsen málið hjá FH, og tað var ikki fyrrenn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, at Maribor setti bóltin í málið. Marcos Tavares skoraði sigursmálið hjá Maribor.

 

FH hevur tó nógv at spæla fyri í august. Teir eru í íslendsku steypafinaluni, sum verður spæld leygardagin 12. august, og seinni í august skulu teir spæla tveir dystir í seinasta undanumfarinum í Europa League um at sleppa í Europa League bólkaspælið.


Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen fitt av bjargingum, sum hildu FH inni í samlaðu uppgerðini. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málið hjá Marcos Tavares, sum var púra einsamallur við Gunnari Nielsen aftaná FH hevði kastað alt fram fyri at royna at fáa málið, sum hevði givið FH longda leiktíð.