VIDEO: Málini Føroyar-Lettland 1-1 (1-0)

(Video) Síggj fyrsta landsliðsmálið hjá Atla Gregersen og útjavnandi málið hjá Vladislavs Fjodorovs

Trýst HER, og síggj ein YouTube film sum vísir bæði málini, ið komu í venjingardystinum millum A-landsliðini hjá Føroyum og Lettlandi.

 

Pætur Albinus skrivaði um dystin á in.fo fyrr í kvøld: "Føroyar spældu sera væl í fyrra hálvleiki, har teir serliga fyrstu 20 minuttirnar vóru greitt omaná og spældu seg í fleiri góðar støður. Tí var tað heldur ikki óuppiborið, at Føroyar eftir einum lítlum hálvum tíma legði seg á odda.


Tað var føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, sum við sínum fyrsta máli á landsliðnum legði Føroyar á odda 1-0. Eitt innlegg, ið lá aftarliga, varð stútað innfyri aftur til ein leysan Atla, ið avgjørdur sparkaði bóltin uppundir nettakið.


Dysturin var meira rótutur í seinna hálvleiki, og Lettland javnaði til 1-1 tá ið tað restaðu góðir 20 minuttir. Tann júst innskifti Vladislavs Fjodorovs slapp inn um føroysku verjuna og sparkað bóltin í málið.


Hóast Føroyar sum heild var betra liðið, so átti Lettland størsta møguleikan at fáa avgerandi málið, men hesin sami Vladislavs Fjodorovs var ikki eins neyvur, tá hann stutt fyri leiklok kom at standa púra leysur.


Tað endaði við 1-1-javnleiki. Føroyar hevði bóltin meira enn Lettland, men sambært málmøguleikum, so var ein javnleikur helst á góðari leið."

 

Føroyar – Lettland 1-1 (1-0)

1-0: Atli Gregersen, 27.

1-1: Vladislavs Fjodorovs, 69.