VIDEO: Síggj málið hjá Gullbrandi og sjálvmálið hjá Rógva

(Video) Síggj málini frá dystunum Sandnes-Sogndal 6-0 (2-0) og Kongsvinger-Bryne 2-1 (1-0)

Gullbrandur í Horni Øregaard, ið hevur verið føroyska U21-landsliðnum hollur fekk í hesum umfarinum møguleikan á miðvøllinum hjá Sandnes ULF frá dystarbyrjan í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Sandnes vann stórsigur 6-0 á Sogndal. Í steðginum var Sandnes á odda 2-0. Tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Gullbrandur við sera góðum skoti til 3-0. Gullbrandur spældi allan dystin. Hann hevur verið tolin og hevur sitið nógv á beinkinum, og hevur havt nøkur innhopp fyri Sandnes hetta kappingarárið. Tí var tað eyka gleðiligt, at hann bæði leikti ein heilan dyst og skoraði mál. 

 

HER  ber til at síggja málið hjá Gullbrandi og hini hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Sogndal 6-0 (2-0). 

 

Sandnes er næstfremst í deildini við 35 stigum, eitt stig frammanfyri Stabæk. Tó eru 13 stig upp til greiða oddaliðið, Brann Bergen. 

 

Rógvi Baldvinsson gjørdist stóri syndarin, tá Bryne á útivølli tapti 1-2 fyri Kongsvinger. Tá klokkan vísti 88 minuttir var Rógvi so óheppin at beina bóltin í egið mál. Hetta gjørdist sigursmálið hjá Kongsvinger. Bert átta minuttir frammanundan hevði Siguard Grønli javnað til 1-1 fyri Bryne uppá brotsspark, men Bryne misti tíverri eitt stig móti dystarenda. 

 

HER  ber til at síggja málini, ið komu í dystinum Kongsvinger-Bryne 2-1 (1-0).

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við 16 stigum. Sjey stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting aftaná lokið kappingarár.