VIDEO: Martin skoraði gott mál móti KR

(Video) Síggj málini frá dystinum KR-Njarðvík 3-1 (2-1)

Mikukvøldið spældu Martin Klein Joensen og liðfelagarnir í Njarðvík, ið spælir í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini dyst móti søguríka liðnum, KR.

 

Tað eydnaðist Martini at loypa hvøkk á KR, tá hann longu eftir 12 minuttirs spæl legði Njarðvík á odda 1-0. 

 

KR fekk tó fótin fyri seg og vann at enda dystin 3-1. 

 

KR - Njarðvík 3-1 (2-1)

 

0-1 Martin Klein ('12 )

 

1-1 Aron Sigurðarson ('28 )

 

2-1 Theodór Elmar Bjarnason ('36 )

 

3-1 Hrafn Guðmundsson ('90 )

 

KR er fremst í bólki 3 við níggju stigum, meðan Njarðvík er næstaftast við einum stigi.

 

Leygardagin 2. mars hevur Njarðvík aftur heimadyst í bólki 3 í Lengjubikarinum. Tá kemur Fjölnir á vitjan. 

 

HER ber til at síggja málini, ið komu í dystinum millum Njarðvík og KR:

 

##med2##