VIDEO: Meinhard og Mjøndalen fingu bank í Bergen

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann-Mjøndalen 7-0 (1-0)

Á pappírinum var talan um ein oddadyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, tá gamla felagið hjá Gilla R. Sørensen, Brann Bergen tók móti Mjøndalen á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

Men úrslitið var ein avsmurningur fyri Meinhard E. Olsen og liðfelagarnar í Mjøndalen. Brann vann stórsigur 7-0. 

 

Brann kom á odda tá 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Meðan støðan enn var 1-0 hevði Mjøndalen nakrar góðar royndir á málið hjá Brann. Men tá Brann økti til 2-0 í 57. minutti skrædnaði hjá Mjøndalen.

 

Meinhard var skiftur út tá 83 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Við stóra ósigrinum misti Mjøndalen fyrsta plássið til Brann, ið nú er oddalið í deildini við 23 stigum av 27 møguligum. Brann hevur enn ikki tapt ein dyst hetta kappingarárið. 

 

Mjøndalen er nú nummar tvey við 22 stigum, men nú hava teir tapt tveir dystir á rað.

 

Mjøndalen spælir aftur dyst 27. juni móti Sogndal á útivølli. Meinhard fer nú at fokusera uppá Nations League dystirnar føroyska landsliðið skal spæla í fyrru helvt av juni. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Brann-Mjøndalen 7-0 (1-0):

 

##med2##