Meinhard E. Olsen fekk 81 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu 1-0 á Skeid í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Adrian Hansen skoraði sigursmálið hjá Mjøndalen við einum góðum stútara tíðliga í fyrra hálvleiki.
Rógvi Baldvinsson kom á vøllin í 72. minutti, tá liðið hjá honum, Bryne leikti javnleik 3-3 á heimavølli móti Sogndal. Sogndal var á odda 3-1 í steðginum.
Mamadou Diaw javnaði til 3-3 tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum.
Gullbrandur Øregaard slapp á vøllin tá seks minuttir vóru eftir av dystinum hjá Sandnes ULF á útivølli móti Frederikstad. Sandnes vann dystin 2-1.
Sandnes ULF er nummar fýra í deildini við 40 stigum, Mjøndalen er nummar 10 við 33 stigum, og Bryne er fjórðaftast við 25 stigum.
Komandi leygardag tekur Sandnes ULF móti Brann Bergen á heimavølli. Sama dag spælir Mjøndalen á útivølli móti Stjørdal.
Komandi sunnudag spælir Bryne á útivølli móti Oslo KFUM.