Meinhard E. Olsen og Rógvi Baldvinsson vóru við frá byrjan tá Bryne í dysti á útivølli í Kristiansand vann 3-2 á Start. Úrslitið merkir, at Bryne hevur vunnið seg upp á triðja plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Meinhard E. Olsen skoraði aftur eitt mál hesaferð, og Rógvi Baldvinsson fekk eitt gult kort. Meinhard var skiftur út tá eitt lítið korter var eftir av dystinum.
Start kom á odda longu í sætta minutti. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Meinhard fyri Bryne tá hann frá stuttari fjarstøðu meddaði bóltin í netið. Start legði seg á odda 2-1 tá 12 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Start var á sigurskós til ein minuttir var eftir av vanligu leiktíðini, men tá gjørdi teir lukkutíð fyri Bryne sjálvmál. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Joacim Holtan sigursmálið fyri Bryne, og gjørdist tað tískil ein stuttlig ferð hjá Bryne vestur aftur til Rogaland.
Leygardagin spælir Bryne móti Stjørdals Blink, ið liggur aftast í deildini.
Meinard hevur higartil skotið seks mál fyri Bryne í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Start Kristiansand og Bryne: https://www.brynefk.no/bryne-tv
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126114&mediaId=3fe2de7b87894341ac643659dac85479&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>