Tað gongur framúr væl hjá AIK Stockholm, ið hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara.
Seinnapartin vann Mikkjal sætta sigurin á rað sum høvuðsvenjari hjá AIK. Talan er um fimta sigurin á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.
Í dag vann AIK 1-0 á IFK Värnamo á útivølli. Sigursmálið skoraði kýpriotiski áleyparin, Ioannis Pittas longu í fjórða minutti aftaná eitt sera væl spælt álop.
AIK er í løtuni nummar fimm í deildini við 35 stigum. Teir eru bert eitt stig frá triðja plássinum, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt.
Sunnudagin 15. september klokkan 13 kemur oddaliðið, Malmö FF á vitjan á Strawberry Arena. Malmö FF er greitt oddalið í deildini við 45 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum IFK Värnamo-AIK Stockholm 0-1 (0-1). Mikkjal sæst fegnast stórliga um flotta sigursmálið:
##med2##