VIDEO: Montenegro vann EM-bronsu eftir longda leiktíð

(Video) Síggj hæddarpunktini frá bronsudystinum Montenegro-Frakland 27-25 (22-22 - 13-12)

Í lítla Balkan-landinum, Montenegro stórfegnast tey.

 

Montenigrianska kvinnulandsliðið í hondbólti vann fyrr í kvøld EM-bronsu aftaná eina minniliga bronsufinalu móti Fraklandi, ið fór til longda leiktíð.

 

Tá 60 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 22-22. Montenegro var frammanfyri 13-12 í steðginum.

 

Í longdu leiktíðini var Montenegro omaná, og vann at enda 27-25. Tað var ein stór frøði og ektað gleði á leikarunum og mongu viðhaldsfólkunum aftaná dystin.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá bronsufinaluni:

##med2##

 

Montenegro – Frakland 27-25 (22-22 - 13-12)

 

Montenegro : Jovanka Radicevic 6, Djurdjina Jaukovic 6, Itana Grbic 4, Matea Pletikosic 4, Tatjana Brnovic 3, Ema Alivodic 2, Ivona Pavicevic 1, Ivana Godec 1.

 

Bjargingar: Marta Batinovic 11, 37%

 

Frakland : Estelle Nze Minko 4, Lucie Granier 4, Grace Zaadi 3, Deborah Lassource 3, Laura Flippes 3, Orlane Kanor 3, Chloe Valentini 2, Coralie Lassource 1, Pauletta Foppa 1, Tamara Horacek 1.

 

Bjargingar: Cléopatre Darleux 10, 30% – Floriane Andre 2, 33%