Video: Morgunvertirnir ótu ormar í morgun

Góðan Morgun Føroyar í stuttliga lagnum í morgun

Vertirnir í Góðan Morgun Føroyar í morgun fingu ein hvøkk, tá ið ein teirra - Rannvá Gaard Fossaberg - sendi eina avbjóðing til sínar starvsfelagar, Kára Olsen og Rúna Jákupsson. 

 

 

Tí í morgun var brotbreyð og eitt heldur forkunnugt ílat av mati við í studio hjá morguntoyminum hjá Kringvarpinum. Brotbreyðið varð gjørt úr insektum, og í lítla runda ílatinum vóru einki minni enn kryddaðir ormar. 

 

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja videobrotið, sum Góðan Morgun Føroyar tók í morgun.