Tríggir dystir vóru leiktir í EM-millumbólki 1 í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti í gjár.
Vertstjóðin Svøríki tapti í einum málríkum dysti 30-33 (13-14) ímóti Niðurlondum. Isabella Gulldén gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við átta málum. Nycke Groot gjørdist toppskjútti hjá Niðurlondum við sjey málum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt dømið um hvussu skjótt tað gekk fyri seg, tá niðurlendsku kvinnurnar revsaðu svenska liðið við skjótum spæli.
Tveir aðrir dystir vóru í Millumbólki 1 í dag. Týskland vann 26-19 (14-10) á Serbia, og Frakland vann 23-22 (10-14) á Spania. Týskland, Frakland og Niðurlond hava fýra stig. Svøríki og Serbia hava trý stig, og Spania er aftast við ongum stigi. Øll liðini hava leikt tríggjar dystir.
Mánadagin verður spælt soleiðis: Spania-Týskland, Serbia-Niðurlond og Svøríki-Frakland.