Norska kvinnulandsliðið í hondbólti er evropameistari á sjeynda sinni. Ótrúligu norsku kvinnurnar hava seinastu 30 árini vunnið heili 26 EM, HM og OL-heiðursmerki, og einki kvinnulandslið í hondbólti kemur teimum til kníggja.
Í dag máttu norsku kvinnurnar arbeiða fyri sigrinum. Noreg vann finaluna so tepurt, sum 30-29. Ì steðginum var javnleikur 15-15. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki vóru Niðurlond á odda 13-9. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var Noreg á odda 27-22, men niðurlendsku kvinnurnar stríddust manniliga. Tær arbeiddu seg uppá 29-30, og høvdu møguleikan at javna, men tað kiksaði, og so kundu norsku kvinnurnar enn einaferð fegnast.
Toppskjúttin, Nora Mørk var avgerandi við heili 12 málum, og hon gjørdist EM-toppskjútti við heili 53 málum. Haraftrat hevði Nora Mørk 37 upplegg til mál hjá norska liðnum í kappingini.
Í dag gjørdist Kari Aalvik Grimsbø málverjuhetjan hjá Noregi. Silje Solberg tók ikki so nógv í dag, men tá Kari Aalvik Grimsbø kom á vøllin kom Noreg veruliga inn í dystin aftur.
Danick Snelder gjørdist toppskjútti hjá Niðurlondum við seks málum. Tess Westher í málinum stóð eisini væl.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Estavanu Pollman hjá Niðurlondum og Camilla Herrem hjá Noregi skora tvey framúr vøkur mál.