Video: Nýggjur sangur um lærarar

Sjey lærarar syngja ein hugleiðandi sang um lærarayrkið

Steintór Rasmussen hevur givið nýggja fløgu út, og ein av sangunum á útgávuni eitur »Lærarin«. Hann snýr seg um lærarar og teirra yrki, og tað eru sjey lærarar kring landið, sum syngja hvør sítt ørindi í sanginum.

 

Tey, sum umframt Steintór Rasmussen syngja við á sanginum, eru Frits Johannesen, Joanna Johansen, Malan Eyðunsdóttir, Bárður á Lakjuni, Tóra við Keldu og Robert McBirnie.

 

Nýggj video er gjørd til sangin. Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið upp og sett saman.

 

Her ber til at síggja videolagið til sangin »Lærarin«:

 

##med2##