TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum OB og SønderjyskE.
Jóan Símun Edmundsson var við allan dystin, tá OB í dysti í donsku superliguni tapti 0-1 á heimavølli ímóti SønderjyskE. Marc Pedersen skoraði sigursmálið longu tá níggju minuttir vóru farnir av dystinum. Sambært Fyens Stiftstidende var Jóan Símun ikki so eyðsýndur í dag, sum hann hevur verið undanfarnu dystirnar.
Komandi sunnudag vitjar OB AGF á útivølli. OB liggur triðaftast í superliguni við 25 stigum.