VIDEO: Ongland er U17 heimsmeistari

(Video) Ongland vann 5-2 á Spania í U17 HM finaluni, sum var leikt í India. Síggj málini her

Enska fótbóltslandsliðið gongur einari bjartari framtíð í møti.

 

Fyrr í ár vann enska U20 landsliðið HM-gull í U20 HM endaspælinum, sum var í Suðurkorea.

 

Ígjár vann enska U17 landsliðið HM-gull í U17 HM endaspælinum, sum var í India. Ongland vann ein ótrúligan 5-2 finalusigur aftaná at hava verið aftanfyri 0-2.

 

Talan var um ein uppibornan sigur. Ongland hevði 11 royndir á spanska málið meðan Spania bara hevði fimm royndir á enska málið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá U17 HM finaluni millum Ongland og Spania.