VIDEO Pætur skoraði rimmar mál móti Club Brügge

(Video) Síggj hvussu Pætur J. Petersen meddaði bóltin framvið gamla Liverpool-málverjanum, Simon Mignolet

- Tann løtan sum ikki er ring er góð. Soleiðis søgdu teir gomlu.

 

Tað kann Pætur J. Petersen staðfesta aftaná 1-5 tapið hjá honum og liðfeløgunum móti belgiska stórliðnum, Club Brügge á Laugardalsvøllinum ígjár.

 

KA tapti samanlagt 2-10 fyri Club Brügge í triðja undanumfarinum í Europa Conference League.

 

Men málið Pætur J. Petersen skoraði til 1-3 var framúr vakurt. Staddur beint uttanfyri brotsteigin sendir Pætur eitt dundurskot framvið Simon Mignolet, ið var málverji hjá Liverpool millum 2013 og 2019.

 

Tað hjálpti ikki so nógv í samlaða roknistykkinum, men eitt gott lítið minnið at fáa við sær aftaná tveir dystir móti einum liði, ið hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum KA-Club Brügge 1-5 (0-2):

 

##med2##