VIDEO: Patrik skoraði og Klæmint legði upp til mál

Patrik Johannesen skoraði fyrsta málið hjá Breiðabliki

Mynd: FSF

Tann minna steypakappingini í íslendskum fótbólti er Lengjubikarið. Talan er um eina steypakapping sum íslendska veddingartænastan letur steyp til. Lengjubikarið er eisini ein upphitingarkapping undan landskappingini í Íslandi.

 

Patrik Johannesen spældi fyrra hálvleik og skoraði til 1-0, og Klæmint A. Olsen spældi seinna hálvleik og legði upp til 3-1, tá lið teirra, Breiðablik vann 3-1 á Selfossi. 

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum:

##med2##

 

Í somu kapping taptu Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA 1-2 fyri Keflavík. Pætur kom á vøllin tá 42 minuttir vóru farnir av dystinum. 

 

Mynd: FSF