Video: Ræður um at gera sítt besta hvønn dag

Í 30 ár hevur Óli Poulsen virkað sum tónleikaframleiðari, tøkningur og tónleikari í Danmark. Hann var farin at skrivað og framleiða tónleik í Føroyum, áðrenn hann í 1987 segði arbeiðið upp og fór til Danmarkar fyri at arbeiða við tónleiki.

Av fyrstan tíð vóru uppgávurnar at vera tøkningur í studio, men so líðandi komu møguleikarnir sum tónleikari og framleiðari, og trý ár eftir at hann var komin niður, hevði hann bestseljandi útgávuna í Danmark.

Øll árini síðani hevur Óli Poulsen havt sítt yrki í tónleikavinnuni, sum hevur verið fyri stórum broytingum.

– Tá tú hevur hildið teg flótandi í 30 ár, so hevur tað verið rímiliga støðugt. Eg havi roynt at verið ábyrgdarfullur um uppgávurnar, sum eg havi fingið litið upp í hendur og veruliga roynt at givið tí tað besta, sum eg kann. Tað er ræður um at gera sítt besta hvønn dag, sigur Óli Poulsen.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Óla Poulsen.