Rógvi Baldvinsson legði upp til fyrra málið við einari genialari langari sending, tá hann og liðfelagarnir í Bryne vunnu 2-0 á Stjørdal á útivølli í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld. Tá eitt korter var farið av fyrra hálvleiki spældi Rógvi við einari sending frá verjustøðuni sær og heilt fram til Robert Undheim, ið hegnisliga beindi bóltin framvið málverjanum hjá Stjørdal.
Tá ein tími var farin staðfesti Siguard Grønli sigurin fyri Bryne.
Bryne er fjórðaftast í deildini við 16 stigum, men teir hava níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna. Sunnudagin tekur Bryne móti greiða oddaliðnum, Brann Bergen á heimavølli.
Gullbrandur Øregaard fekk 20 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Sandnes ULF vann stórsigur 6-0 á Åsane. Støðan var 5-0 tá Gullbrandur kom á vøllin.
Sandnes er triðfremst í deildini við 31 stigum, sama stigatali sum Ranheim, ið er nummar tvey í deildini. Brann Bergen er langt fremst við 42 stigum.
Sunnudagin spælir Sandnes móti Raufoss á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Stjørdal-Bryne 0-2 (0-1). Njótið góðu sendingina hjá Rógva til 1-0 málið:
##med2##