VIDEO: Rógvi og Bryne taptu tepurt í Bergen

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Bryne 2-1 (1-0)

Rógvi Baldvinsson var 86 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Bryne taptu 1-2 fyri greiða oddaliðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Brann Bergen á útivølli. 

 

Brann var á odda 1-0 í steðginum. Tá 78 minuttir vóru farnir økti Brann til 2-0, men fýra minuttir seinni bleiv støðan 2-1 aftaná eitt sjálvmál. 

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við níggju stigum.

 

Gullbrandur Øregaard slapp á vøllin í 81. minutti, tá lið hansara, Sandnes ULF tapti stórt 1-4 fyri Raufoss á heimavølli. Støðan var 3-1 tá Gullbrandur kom á vøllin. Tá lítið meir enn ein hálvur tími var farin av dystinum var Raufoss á odda 3-0. Sandnes fekk mál uppá eitt sjálvmál, tá ein tími var leiktur av dystinum. Tveir minuttir aftaná Gullbrandur var komin á vøllin økti Raufoss til 4-1.

 

Sandnes er nummar átta í deildini við 19 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brann Bergen og Bryne: 

 

##med2##