VIDEO: Rógvi og Meinhard fingu eitt stig á heimavølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá Bryne-Oslo KFUM 1-1 (1-0)

Mynd: brynefk.no

Mynd: brynefk.no

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin og Meinhard E. Olsen fekk 66 minuttir á vøllinum tá lið teirra, Bryne á heimavølli spældi javnleik 1-1 móti Oslo KFUM í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Kristoffer Hay legði Bryne á odda tá 24 minuttir vóru farnir við góðum stútara. Eftir hetta hevði Bryne málmøguleikar til at økja um leiðsluna, men teir tóku ikki av. Tað gjørdi Oslo KFUM í 76. minutti, og so mátti heimaliðið taka til takkar við einum stigi.

 

Komandi sunnudag spælir Bryne móti Start á útivølli í Kristiansand.

 

Bryne er nummar fýra í deildini við 11 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Bryne og Oslo KFUM: https://www.brynefk.no/bryne-tv

 

 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126114&amp;mediaId=346ede82243746109f68a7ec50a277a1&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>

 

Mynd: brynefk.no

Mynd: brynefk.no