Tað var undirhald fyri allar pengarnar í Gundadali, tá ið HB hevði vitjan av EB/Streymi í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Heimaliðið vann 2-1 og tryggjaði sær harvið pláss í hálvfinaluni. EB/Streymur var á odda 1-0, inntil tað restaðu tíggju minuttir.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin
Tá fekk HB brotsspark, sum sundalagsmenn eru alt annað enn nøgdir við. Símun Samuelsen fór um koll á brotsteigarmarkinum, og Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki. Innskifti Rókur av Fløtum Jespersen umsetti brotssparkið til mál. Fýra minuttir undan leikloki legði innskifti Ari Mohr Jónsson HB framum eftir framlegging úr høgru.
EB/Streymur legði nógv fyri í royndini at javna, og tað var um reppið, at tað eydnaðist, men dramatikkurin endaði ikki har. Stutt fyri tíð varð HB miðvallarin, Heðin Hansen, vístur av vøllinum fyri ófantaliga takling, og so vórðu tveir EB/Streyma spælarar vístir av vøllinum. Tað vóru Árni G. Olsen og Poul G. Olsen. Fyrrnevndi fekk sítt seinna gula, meðan hin fekk beinleiðis reytt kort.
Í hálvfinaluni eru B36, NSÍ, KÍ og HB.
HB-EB/Streymur 2-1 (0-0)
0-1: Dan í Soylu
1-1: Rókur av Fløtum Jespersen br
2-1: Ari Mohr Jónsson