8. mars spælir manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst móti Rumenia á heimavølli. Tríggjar dagar seinni møta okkara menn Rumenia á útivølli.
Rumenia framdi eitt gott avrik móti Ukraina í okkara bólki í kvøld.
Rumenar vunnu ein sannførandi 34-26 sigur á Ukraina á heimavølli. Í steðginum var Rumenia á odda 18-14.
Cosmin Grigoras var toppskjútti hjá Rumenia við níggju málum. Toppskjútti hjá Ukraina við sjey málum var Ihor Turchenko.
HER sæst ein samandráttur frá Eurohandball frá dystinum millum Rumenia og Ukraina:
##med2##