Føroyska U21 landsliðið í hondbólti hevur seinastu tíðina verið í Algeria til HM endaspælið. Liðið hevur spælt sjey dystir og endaði samanlagt á 16. plássi.
Síggj fyrra partin við at trýsta á pílin á myndini
Í samband við endaspælið hevur in.fo verið á vitjan á gongini hjá U21 landsliðnum. Frásøgumaður er liðskiparin, Helgi Hoydal. Í fyrra partinum vitjar liðskiparan fysio-rúmið, har ein spælari millum annað fær akupunktur í bakpartin.