Loksins komu Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Brann Bergen á sigurskós aftur í norsku tippiliguni aftaná fleiri tap og javnleikir.
Á Brann leikvøllinum vann Brann Bergen 2-0 á Odd Grenland. Gilli R. Sørensen legði Brann Bergen á odda, tá ein hálvur tími var farin, tá hann meddaði ein returbólt í málið. Gilli var staddur beint innanfyri brotsteigarmarkið, tá hann meddaði til.
Gilli R. Sørensen var eyðsýndur, og hann kom til aðrar málmøguleikar, og legði eisini upp til onkrar málmøguleikar í dystinum.
Kristoffer Barmen økti til 2-0 tá ein tími var leiktur av dystinum. Í Bergen er stórur lætti um, at Brann loksins hevur vunnið ein dyst aftur.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Brann Bergen-Odd Grenland 2-0 (1-0)
Komandi sunnudag spælir Brann Bergen útidyst ímóti Viking Stavanger, sum liggur næstniðast í tippiliguni.
Støðan:
1
19
24
41
2
19
12
34
3
19
18
31
4
19
9
31
5
19
-4
27
6
18
2
26
7
19
-6
26
8
19
-1
25
9
18
-7
25
10
19
0
24
11
17
-1
23
12
19
-3
23
13
19
-8
20
14
19
-9
19
15
19
-11
15
16
17
-15
14