So upplivdi landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi at tapa ein dyst í bestu finsku fótbóltsdeildini á fyrsta sinni.
Samuel spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í oddauppgerðini á útivølli taptu 0-1 fyri KuPs. KuPs skoraði sigursmálið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.
Talan var um ein javnan dyst, har spælfordeilingin var púra jøvn, og bæði liðini høvdu málmøguleikar.
KuPs er fremst í deildini við 16 stigum fyri seks dystir. SJK Seinäjoki er næstfremst við 13 stigum.
Mánadagin 12. mai klokkan 17 tekur SJK móti VPS á heimavølli.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum KuPs-SJK 1-0 (1-0):
##med2##