VIDEO: Samuel var aftur á vøllinum fyri SJK Seinäjoki

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AC Oulu-SJK Seinäjoki 2-2 (0-0)

Aftaná at hava verið uttanfyri við skaða í trimum dystum, so var landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi aftur á vøllinum fyri SJK Seinäjoki í dag. SJK leikti dyst á útivølli móti Oulu í bestu finsku fótbóltsdeildini. 

 

Samuel var við frá dystarbyrjan, og var skiftur út aftaná 60 minuttir. Tá Samuel fór av vøllinum var støðan javnleikur 0-0. Liðini skutu tvey mál hvør seinasta hálva tíman, men SJK kann iðra seg um, at Oulu javnaði til 2-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Men sæð við føroyskum landsliðsbrillum var tað gott, at Samuel var á vøllinum aftur.

 

SJK er nummar nummar fimm í deildini við 15 stigum. 

 

Nú fer Samuel at hugsavna seg um dystirnar hjá føroyska landsliðnum á útivølli móti Georgia komandi hósdag klokkan 17, og EM-undankappingardystin móti Gibraltar á Tórsvølli, mánakvøldið 9. juni klokkan 19. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum AC Oulo-SJK Seinäjoki 2-2 (0-0):

 

##med2##