VIDEO: Síggj Adrian skjóta mál við einum dundurskoti

(Video) Sìggj málini frá dystinum Hillerød-AaB 1-2 (1-1)

Mynd: Hillerød Elite

Adrian Justinussen, Sebastian Pingel og liðfelagarnir í Hillerød tóku í dag móti oddaliðnum, AaB á heimavølli í Farum.

 

Adrian legði Hillerød á odda við einum dundurskoti tá bert fýra minuttir vóru farnir. Adrian hevði aðrar málroyndir, og hann legði eisini upp til málroyndir hjá øðrum, men AaB var effektivari á degnum og fór við einum 2-1 sigri. Tað merkir, at Hillerød røkkur ikki ovara endaspælinum.

 

Hillerød - AaB 1-2 (1-1)

 

1-0 Adrian Justinussen (4.),

 

1-1 Mathias Jørgensen (8.),

 

1-2 Kasper Jørgensen (85.)

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum millum Hillerød og AaB. Var málið hjá Adriani gott, so var sigursmálið hjá Kasper Jørgensen eitt dreymahøgg, ið kann gerast ársins mál í deildini.

 

Mynd: Hillerød Elite