VIDEO: Síggj flott mál og fríspælingar hjá Eliasi í Ungarn

(Video) Síggj samandrátt frá dystinum í Champions League Szeged-THW Kiel 27-28 (14-16)

Tað eydnaðist í kvøld liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur á Szeged á útivølli í bólki A í Champions League.

 

Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og hevur sostatt vunnið seg beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks skulu spæla áttandapartsfinalur.

 

Kiel var á odda 16-14 í steðginum. Kiel er fremst í bólki A við 20 stigum.

 

Elias gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fimm málum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum. Eric Johansson sum skoraði sigursmálið 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast góð mál, góðar fríspælingar og ein brennari hjá Eliasi:

 

##med2##