VIDEO: Síggj góðar fríspælingar hjá Eliasi

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Leipzig 37-28 (15-16)

Mikukvøldið spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel næstseinasta dystin í týsku bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Dysturin var á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel móti SC DHfK Leipzig.

 

Leipzig var væl við í fyrra hálvleiki, og teir vóru á odda 16-15 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var Kiel greitt omaná, og heimaliðið vann at enda ein greiðan 37-28 sigur á Leipzig. 

 

Elias skoraði sjey mál og legði upp til fýra mál, og var saman við Eric Johanson næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Toppskjútti hjá Kiel við heili 11 málum var Niclas Ekberg, ið spældi sín seinasta dyst fyri Kiel á heimavølli. Komandi kappingarár fer Niclas Ekberg at spæla við tapandi finalistunum í Svøríki, Ystad.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Trý góð upplegg hjá Eliasi til mál hjá viðleikarunum síggjast á upptøkuni:

 

##med2##