VIDEO: Síggj Hákun skora 11 mál i European League

(Video) Danska TV3 Sport hevur lagt út video við málunum Hákun West av Teigum skoraði móti Eurofarm Pelister

Tað er ikki farið framvið í Danmark, at Hákun West av Teigum framdi eitt framúr avrik við at skora 11 mál í EHF European League fyrrakvøldið.

 

Skanderborg Århus vann í sínum fyrsta dysti í einum evropeiskum bólkaspælið 30-27 (16-12) á Eurofarm Pelister úr Norðurmakedonia á útivølli.

 

Danska rásin, TV3 Sport hevur lagt video út, har tað ber til at síggja øll 11 málini Hákun skoraði í dystinum móti Eurofarm Pelister.

 

Á hesari leinkjuni: https://www.tv3sport.dk/sport/handbold/nyheder/skal-han-aflose-hans-lindberg-i-fuchse-se-hans-11-mal-fra-skanderborg-aarhus-triumf ber til at síggja tey 11 málini.