VIDEO: Síggj sigursmálið Meinhard skoraði móti Ranheim

(Video) Meinhard E. Olsen skoraði sætta málið hetta kappingarárið

Landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen gjørdist mánakvøldið sigursmálsskjútti hjá Mjøndalen í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Mjøndalen vann í kvøld 1-0 á Ranheim á útivølli.

 

Meinhard skoraði sigursmálið í 66. minutti. Mathias Bringaker átti uppleggið til sigursmálið. Leikararnir hjá Ranheim hildu Meinhard vera rangstaddan, men málið var ikki kolldømt.

 

HER  ber til at síggja sigursmálið hjá Meinhardi. 

 

Talan var um sætta málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið.

 

Mjøndalen er nú røttu megin niðurflytingarstrikuna. Mjøndalen er fimtaftast í deildini við 18 stigum.

 

Komandi mánakvøld klokkan 18 tekur Mjøndalen móti gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger.