Sunnudagin leikti liðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, ið hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, Fredrikstad javnleik 0-0 á heimavølli móti Sandnes ULF.
Fredrikstad hevur í fýra teimum fyrstu dystunum vunnið tveir dystir á heimavølli, og hevur leikt tveir javnleikir á heimavølli.
Í dystinum sunnudagin kom Jóannes Bjartalíð á vøllin fyri Fredrikstad tá 72 minuttir vóru leiktir, og hann kom til tveir málmøguleikar, har bert ein fantom-bjarging forðaði honum í at skora sigursmálið.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, og hvussu nær Bjartalíð var at skora fyrsta málið fyri Fredrikstad:
##med2##