Stóra enska sjónvarpsrásin, ITV hevur eina lokala deild fyri ermasundsoyggjarnar, Guernsey, Jersey, Sark og Alderney.
Mánakvøldið tóku tey á ITV Channel Islands samanum oyggjaleikirnar í Orknoyggjum, og tey litu eisini frameftir, har tey eisini viðgjørdu komandi oyggjaleikirnar, ið vera í Føroyum í 2027.
Í sendingini var ein samrøða við oyggjaleikasamskiparan, Solby Christiansdóttir sum greiddi væl frá leikunum í Føroyum, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman. Burtursæð frá einum aktivistiskum, óneyðugum spurningi um grindadráp var talan um eina góða samrøðu, har flott filmsbrot úr Føroyum eisini vóru at síggja.
Frá 4:26 ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Solby. Áðrenn og aftaná samrøðuna vóru oyggjaleikirnir eisini viðgjørdir í sendingini:
##med2##