VIDEO: Soleiðis bjargaði Jóan Símun Bielefeld

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Arminia Bielefeld-Karlsruher SC 2-2 (0-1)

Jóan Símun Edmundsson fekk eitt korter á vøllinum tá lið hansara, Arminia Bielefeld á heimavølli tók ímóti Karlsruher SC, og sigast má, at Jóan Símun tók av møguleikanum.

Langt inni í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat var tap í hendi hjá heimaliðnum, Frá brotsteigarmarkinum meddaði Jóan Símun bóltin í handara málhorn, har bólturin brast í nettakið til 2-2, og Arminia Bielefeld fekk eitt týdningarmikið stig í uppflytingarstríðnum.

Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld á útivølli móti Heidenheim.

Hæddarpunktini frá dystinum millum Arminia Bielefeld og Karlsruher SC síggjast her: 

##med2##

Støðan:

 

(Soccerstand)
1.Arminia Bielefeld16 dystir96135:1833 stig
2.Hamburger SV1685333:1629
3.Heidenheim1675424:1726
4.Stuttgart1582524:2026
5.Aue1666424:2324
6.Holstein Kiel1664624:2322
7.Greuther Furth1664617:1922
8.VfL Osnabruck1656518:1521
9.Sandhausen1556417:1621
10.Regensburg1555528:2520
11.Karlsruher1648428:3020
12.Darmstadt1546517:2218
13.Hannover1646617:2518
14.Bochum1638527:2817
15.St. Pauli1536618:2115
16.Nurnberg1536621:2915
17.Wehen1534819:3213
18.SG Dynamo Dresden1533916:2812