Dávid Reynheim er italskur U17 meistari við liði sínum, Torino.
Dávid Reynheim var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Torino vunnu á AC Milan aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Einki mál kom í vanligu ella í longdu leiktíðini. Brotssparkskappingina vann Torino 5-3.
Dávid flytur nú upp til U19-liðið hjá Torino.