VIDEO: Soleiðis gjørdist Gunnar íslendskur steypavinnari

(Video) Síggj ein samandrátt av steypafinaluni Víkingur Reykjavík-KA 3-1 (1-0)

Gunnar Vatnhamar gjørdist farna leygardag steypavinnari við Víkingi Reykjavík.

 

Gunnar spældi allan dystin, tá Víkingur í finaluni á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum vann 3-1 á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á vøllinum allan dystin. Pætur J. Petersen slapp ikki á vøllin fyri KA.

 

Matthías Vilhjálmsson stútaði Víking framum aftaná hornaspark sjey minuttir undan steðginum. Aron Elís Þrándarson økti til 2-0 aftaná eina geniala frísparkskombinasjón.

 

Ívar Örn Árnason fekk spenning aftur í uppgerðina, tá hann í 82. minutti minkaði um munin til 1-2 aftaná gott upplegg frá Jóan Símuni Edmundssyni. Men bert tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur við málið hjá Ari Sigurpálssyni.

 

Víkingur Reykjavík eru søguligir. Teir eru fyrsta liðið í Íslandi, ið vinnur steypakappingina fýra ferðir á rað.

 

HER  ber til at hoyra og síggja samrøðu fotbolti.net gjørdi við Gunnar Vatnhamar aftaná steypafinaluna.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá steypafinaluni:

 

##med2##