B36 hevur fyri 11. ferð í søgu felagsins vunnið seg víðari í Evropa. Aftur hesaferð aftaná longda leiktíð.
B36 hevði tungt hoyggj við walisiska liðnum, Haverfordwest sum vóru strævnir at bróta niður.
Haverfordwest kom á odda við einum stútara tá 66 minuttir vóru leiktir av dystinum. Við samlaðu støðuni 2-2 var neyðugt við longdari leiktíð, men uttan longda leiktíð er tað akkurát sum ikki B36 í Evropa.
Tá 10 minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini fekk B36 brotsspark, ið Jann Benjaminsen hegnisliga setti í netið til 1-1, og so vann B36 ein samlaðan 3-2 sigur.
Tað var strævið, men tað var nóg mikið. Nú bíðar ein spennandi uppgerð yvir tveir dystir móti Rijeka úr Kroatia. Fyrri dysturin verður leiktur á Tórsvølli komandi hóskvøld.
HER síggjast bæði málini, ið vóru skotin í 1-1 javnleikinum í Cardiff:
##med2##
##med3##
Haverfordwest County - B36 1-0 (0-0) 1-1 eftir longda leiktíð - Conference League
Hósdagin 2. august 2023 kl. 19.45 á Cardiff City Stadion í Cardiff í Wales
1-0: Ben Fawcett 66.
1-1: Jann J. Benjaminsen br 100.
B36 samantaldur vinnari við 3-2
Dómarabólkur úr Eysturríki: Christian-Petru Ciochirca, Maximilian Weiss, Michael Obritzberger og Alxander Harkam (4. dómari)
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad (Andreas H. Eriksen, 91.), Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen (Erlendur Magnusson, 105.) – Taufee Skandari (Emil Weihe Joensen, 116.), Michal Przybylski (Valerijs Sabala, 71.), Bjarki C. Nielsen (Aron Knudsen, 116.) – Hannes Agnarsson (Benjamin Heinesen, 110.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Mattias Hellisdal, Lukas Giessing, Mattias Weihe Joensen
Gult kort: Isak Jönsson
Venjari: Dan Brimsvík
Hjálparvenjari: Mikkel Richardt Mortensen