VIDEO: Soleiðis vann Fredrikstad 4-1 á KFUM Oslo

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum KFUM Oslo-Fredrikstad 1-4 (0-4)

Góða gongdin hjá føroyingaliðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad heldur fram.

 

Í dag vann liðið sum hevur Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara, Fredrikstad á útivølli í Oslo heili 4-1 á KFUM Oslo. Í steðginum var Fredrikstad á odda 4-0.

 

Morten Bjørlo skoraði tvey mál sjey teir fyrstu minuttirnar av dystinum, og seinastu 12 minuttirnar av hálvleikinum skoraði Jeppe Kjær tvey mál.

 

Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki pyntaði KFUM Oslo um úrslitið.

 

Brandur Hendriksson kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 64 minuttir vóru leiktir. Jóannes Bjartalíð var ikki við í hópinum hjá Fredrikstad í dag.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Fredrikstad er í løtuni triðfremst í deildini við 14 stigum fyri sjey dystir. 

 

Komandi hósdag klokkan 17 tekur Fredrikstad á heimavølli móti Strømsgodset.