VIDEO: Soleiðis vann Füchse Berlin sjeynda sigurin á rað

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Sporting-Füchse Berlin 37-38 (19-20)

Hóskvøldið spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin sjeynda dystin í bólki A í Champions League. Og aftaná sjey dystir hevur Füchse Berlin framvegis fult stigatal.

 

Füchse Berlin vann á útivølli tepran 38-37 sigur á Sporting Lissabon í Portugal. Í steðginum vóru berlinarnir eisini á odda við einum máli, 20-19.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir í kvøld. Mathias Gidsel var aftur framúr fyri Füchse Berlin. Í kvøld skoraði hann 13 mál og legði upp til seks mál (assist).

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Sporting-Füchse Berlin 37-38 (19-20):

 

##med2##