VIDEO: Soleiðis vann GOG á Zagreb

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum GOG-Zagreb 33-28 (16-13)

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG endaðu á fimta plássinum í innleiðandi bólk B í Champions League við 13 stigum.

 

GOG vann seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum, heimadystin móti Zagreb.

 

Dysturin í Svendborg Arena endaði við 33-28 sigri til GOG, ið var á odda 16-13 í steðginum.

 

Óli var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá GOG.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum millum GOG og Zagreb. Fleiri góð upplegg frá Óli til viðleikararnar síggjast í samandráttinum:

 

##med2##