VIDEO: Soleiðis vann Grimsby seg víðari í FA Cup

(Video) Her ber til at síggja málini frá dystinum Grimsby Town-Wealdstone 4-0 (3-0)

Grimsby, ið spælir í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vann leygardagin stórsigur 4-0 á sættadeildarliðnum, Wealdstone í øðrum umfarinum í FA Cup steypakappingini. Longu í steðginum var støðan 3-0. Jaze Kabia við tveimum málum, Kieran Green og Jamie Walker syrgdu fyri málunum hjá Grimsby. 

 

Tá Geza David Turi kom á vøllin í 57. minutti var støðan 4-0.

 

Í triðja umfarinum í FA Cup steypakappingini kann Grimsby møta einum liði úr Premier League.

 

HER ber til at síggja málini frá dystinum Grimsby Town-Wealdstone 4-0 (3-0):

 

##med2##