VIDEO: Soleiðis vann Linfield á Zalgiris í undanfarna umfarinum

(Video) Her eru hæddarpunktini frá báðum dystunum hjá Linfield FC móti litaviska liðnum, Zalgiris í øðrum undanumfarinum í Conference League

Í kvøld klokkan 19 á Tórsvølli spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður ímóti Linfield FC, ið á fimm sinnum hevur sligið føroysk lið úr evropeiskum kappingum.

 

Meðan Víkingur slapp undan øðrum undanumfarinum í Conference League, so vann Linfield ein samlaðan 2-0 sigur á litaviska liðnum, Zalgiris. Linfield megnaði 0-0 á útivølli, og vann á Windsor Park leikvøllinum í Belfast 2-0 á Zalgiris.

 

Hetta úrslitið prógvar, at Linfield hevur dygdir, og Víkingur tí fær ein torføran dyst í kvøld.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá báðum dystunum hjá Linfield FC móti Zalgiris í undanfarna umfarinum:

 

##med2##

 

##med3##