Komandi hóskvøld klokkan 19.45 er fyrri Europa League Play Off dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol úr Moldova (Transnistria).
Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.
HER ber til at keypa atgongumerki til dystin.
KÍ fekk ikki tað allarbestu upptaktina til dystin komandi hóskvøld við einum 1-1 javnleiki á heimavølli við Djúpumýru móti 07 Vestur.
Sheriff hinvegin fekk tað perfektu upptaktina til dystin á Tórsvølli komandi hóskvøld.
Sheriff vann í kvøld á heimavølli stórsigur 5-0 á Dacia Buiucani. Longu í steðginum var Sheriff á odda 4-0.
Talan var tó um tað aftasta liðið í bestu moldavisku fótbóltsdeildini.