Í annaðkvøld klokkan 19.30 skrivar kvinnulandsliðið í hondbólti aftur søgu. Tær eru fyrsta føroyska A-landsliðið í hondbólti, ið spælir ein dyst í einum millumumfari í einum endaspæli.
Mótstøðuliðið í stóru Westfalenhalle í Dortmund verður vertstjóðin, Týskland sum vann innleiðandi bólk C við fullum stigatali.
Ígjár vann Týskland 31-20 (17-10) á Serbia.
Sportschau leggur samandráttir út frá dystunum hjá Týsklandi.
HER ber til at síggja hvussu tær týsku kvinnurnar kláraðu seg tveir dagar undan dystinum móti Føroyum:
##med2##











